Lívið tað var krevjandi og eg datt í eitt djúpt hol
Mín innari atfinnari var svartur eins og kol
Tí eg hataði alt sum eg var. Eg var aldrin góður nokk
Tann hugsunarhátturin hann var skerjandi
Var skerjandi
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Spegil, spegil, eg veit væl tú ert við mína lið
At raðfesta seg sjálvan hægst tað gevur sálarfrið
Um tú hevur førleika at elska; elska teg so fyrst
Tí sjálvgóðskan hon krevur at tú kemur fyrst
Tú kemur fyrst
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Áðrenn tú elskar tín næsta, so mást tú elska teg sjálvan
Áðrenn tú elskar teg sjálvan, so mást tú sleppa tínum ótta
Tí óttin forðar tær at liva
Hann lýgur og lokkar teg at gloyma, at lívið livnar gjøgnum samspæl
Kærleiki er at vera eymur
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og gevi mær eitt herðaklapp
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg hvønn dag
Eg elski meg og næsta mín sum sjálvan meg, og næsta mín sum sjálvan meg